Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Børn eru tann týdningarmesta langtíðaríløgan hjá samfelagnum. Tí eigur barsilsskipanin at lagast soleiðis, at øll, ið fáa børn, skulu fáa fulla barsilsløn í 18 mánaðar. Foreldur skulu sjálvi gera av, hvussu barsilstíðin verður brúkt.

Í dag er tað soleiðis, at mammur, sum fara í barsil, í flestu førum fara niður í løn. Úgjaldið er langt afturúrsiglt og svarar so langt frá tí, sum ein full løn er í dag.

Aðrar kvinnur fáa einki útgjald, tí tær hava ikki eitt skattagrundarlag at gjalda út eftir. Hetta kunnu eitt nú vera kvinnur, sum nýliga hava stovnað egið virki ella eru so ungar, at tær ikki enn hava verið á arbeiðsmarknaðinum. Í flestu førum ganga tað nøkur ár, áðrenn ein fyritøka gevur so mikið av sær, at nakað verður at gjalda út í løn.

Síðani eru tað tær, sum eru ella hava verið undir útbúgving, men enn ikki eru komnar út aftur á arbeiðsmarknaðin. Tær fáa heldur onga barsilsløn.

Sjálvstýrið meinar, at allar kvinnur, sum fáa børn, skulu hava rætt til fulla barsilsløn í 18 máðaðar. Hetta skal tryggja, at øll børn fáa eina góða byrjan upp á lívið hesa fyrstu týdningarmiklu tíðina í lívinum.

Ein donsk kanning, ‘Effects of Extending Paid Parental Leave on Children's Socio-Emotional Skills and Well-Being in Adolescencesum’, sum varð almannakunngjørd í juli í ár, vísir, at tað í longdini hevur gagnað trivnaðinum hjá teimum børnum, hvørs foreldur hava havt tey longri heima. Tað vísir seg, at tá tey koma í ungdómsárini, eru tey meira sjálvsagað, kensluliga tryggari og hava minni fráveru í skúlanum. Í heila tikið vísa tey seg at trívast munandi betri.

Við framtíðini í huga fer økta útreiðslan av barsilsskipanini at geva aftur til samfelagið meira enn tað, sum kann gerast upp í pengum.

Rúna Sivertsen
Valevni á listanum hjá Sjálvstýri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo