Bróðurdóttir Trump forseta fær kortini loyvi at útgeva sína avdúkandi bók um sín heimskenda pápabeiggja.
Kærudómstólur í New York avgjørdi í gjárkvøldið amerikanska tíð, at forlagið fær loyvi at prenta bókina og geva hana út síðst í juli.
Tað skrivar New York Times.
Í bókini 'Too Much and Never Enough' lovar tann 55 ára gamla Mary Trump at lýsa, hvussu familjustruktururin í Trump-dynastinum myndaði 'heimsins vandamiklasta mann.'
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo