Øssur Winthereig bloggar: Fyrrapartin var Føroya Rættur settur, tí Beinir Joensen úr Runavík kallaði Dag og vikuvertin John Johanessen kynvilling. Politiið valdi at kanna, um hetta kundi vera brot á 266b, og tað endaði við, at ákæra var reist móti Beini Joensen.
Beinir greiddi frá, at hann var firtin um, at John Johannessen í Degi og viku hevði sagt, at HIV ikki var vandamikið, um man fekk heilivág. Beinir segði, at John var aktivistiskur í hesum máli, tí hann sjálvur var homoseksuellur, og Beinir segði seg vita, at HIV kundi seta fólk í lívsvanda.
Les meira
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo