Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg mundi sett bitan í rangastrúpan, tá eg í kvøld hoyrdi Regin Jacobsen í Útvarpinum.

Stjórin varð spurdur um rættarmálið, sum herfyri endaði viðat Vága Floghavn við Føroya rætt legði kongin og rindaði sakarkravið.

Og sum tapandi partur í sakarmálinum hevur rindað allan sakarmálskostnaðin.

Í tíðindasendingini vildi Regin Jacobsen verða við, at rættarmálið, sum Starvsfelagið hevur vunnið vegna teir báðar limirnar hjá felagnum, var partur av eini størri heild, og hann róði fram undir, at Vága Floghavn og Starvsfelagið høvdu gjørt okkurt slag av gerðabýti.

Hetta vil eg staðiliga vísa aftur!

Starvsfelagið stevndi í fjør Vága Floghavn eftir endurgjaldi fyri mista løn vegna tveir starvsmenn á flogvøllinum.

Starvsfelagið hevði tá ikki kollektivan sáttmála fyri starvsfólk á flogvøllinum; men fyri nøkrum mánaðum varð sáttmáli gjørdur fyri nøkur starvsfólk, sum ikki hava verið undir kollektivum sáttmála frammaundan.

Í sambandi við hesa sáttmálagerð fyrr í ár strongdi arbeiðsgevarasíðan á, fyri at teingja hesi bæði viðurskiftini saman - rættarmálið og sáttmálaviðurskiftini.

Hetta avvísti Starvsfelagið staðiliga.

Fyri okkum hevur tað alla tíðina verið heilt avgerandi, at Føroya Rættur slapp at avgera eitt rættarmál, sum kundi hava ein so prinsipiellan týdning sum hetta.

Tí avvístu vit blankt, at hesi bæði viðurskifti kundu tvinnast saman.

Og tí gekk rættarmálið eisini sína gongd.

Líka til Vága Floghavn í evstu løtu valdi at leggja kongin, beint áðrenn málið skuldi koma til endaliga dómsviðgerð og valdi at gjalda sakarkravið.

Tí fekk eg ein ordans hvøkk, tá eg hoyrdi stjóran í Vága Floghavn í tíðindasendingini í kvøld.

Hann segði eina søgu, sum eg als ikki kenni til, og sum ikki er sonn.

Tað er sera hugskoytt og lítið álitisvekjandi fyri komandi samstarvið at hoyra, at okkara nýggi sáttmálapartur á flogvøllinum kemur við slíkum villleiðandi upplýsingum til almenningin.

Tá Vága Floghavn rindaði endurgjaldskravið og av rættinum varð álagt at gjalda sakarmálskostnaðin, høvdu teir tapt.

Hví teir gjørdu hetta, er okkum púra óviðkomandi.

Vit vistu at vit høvdu eina góða og týdningarmikla sak, og at vit ivaleyst fóru at vinna.

Longur er tann søgan ikki.

Tað hevði verið meira virðiligt, um stjórin í Vága Floghavn viðgekk hetta, heldur enn nú at finna uppá og samantvinna viðurskifti, sum í okkara verð ongantíð hava hoyrt saman.

Tá stjórin í Vága Floghavn í somu tíðindasending samstundis hoyrist samantvinna eitt komandi rættarmál hjá HK um líkandi endurgjald, sum Starvsfelagið nú hevur vunnið, við sáttmálasamráðingum viðvíkjandi HK-sáttmálan, fara ávaringarljósini hjá mær at lýsa.

Men eg giti, at okkara starvsfelagar í HK eisini eru ov stórir til at blanda rættarmál saman við kollektivar sáttmálasamráðingar.

Eisini kenni eg meg sannførdan um, at heldur ikki tey fara at góðtaka at týðandi prinsipp um grundleggjandi løntakararættindi eru til sølu fyri hægstbjóðandi í eini samráðingarstøðu um sáttmálaviðurskifti.

Rættarmál eru eitt, samráðingar eru nakað annað.

Tað átti stjórin í Vága Floghavn eisini at vita.

Súni Selfoss, formaður
Starvsfelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo