Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Talvsamband Føroya heldur ikki, at tað er rætt, at ósemjur um sáttmálar og innanhýsis samráðingar verða bornar út til almenningin, men tá hetta nú er gjørt, so kenni eg meg noyddan at koma við nøkrum rættleiðingum til teir skeivleikar, ið verða bornir fram.

Tað er ikki rætt at siga, at Talvsamband Føroya ikki er sinnað at leingja sáttmálan. TSF hevur bjóðað Helga ein nýggjan sáttmála, ið ikki var góðtikin.

Síðani var Helgi boðin á fund at viðgera uppskotið fyri at royna at finna eina semju.

Hesum tók Helgi ikki av.

Eftir hetta hevur TSF og Helgi samstarvað víðari kapping til kapping.

Tá sagt verður at treytirnar fyri at telva á landsliðnum er versnaðar er hetta heldur ikki rætt. Tað eru onnur viðurskifti í gamla sáttmálanum, ið TSF ikki ynskir at halda fram við.

EM kappingar vóru ei heldur fevndar av gamla sáttmálanum.

Talvsamband Føroya kennir ikki til avtaluna millum Helga og Havnar Telvingarfelag, so hví hetta verður tikið fram í hesi greinini er óvist.

Formaðurin er ikki spurdur um at gera viðmerkingar til nakra grein, so hetta er heldur ikki heilt rætt. 

Ingi Wiberg

Les eisini: Helgi givin á landsliðnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo