Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Oftani eru vit vitni til, at søgurnar hjá KVF eru illa frágingnar og hálvir sannleikar. Tað er sjálvdan, man tímir at svara til tað, men her ein stutt viðmerking.

KVF vil siga eina søgu um, at tað møguliga er heilsuskaðiligt at byggja meira við Oyggjarvegin.

Lat okkum fáa fakta uppá pláss:

MRCC og Skógfriðingarnevndin siga, at teir ikki eru hoyrdir. Hetta er ikki rætt. Allar broytingar í byggisamtyktum í Tórshavnar Kommunu verða almannakunngjørdar og lagdar út til almenna hoyring í minsta lagi 8 vikur á heimasíðuni hjá www.torshavn.fo, har hoyringarskriv skulu sendast.

Tað, at MRCC og Skógfriðingarnevndin ikki hava fylgt við, er teirra forsømilsi.

Tá KVF og MRCC eisini sáa iva um heilsuna vegna stráling, so er tað púra burturvið. Ein skal minnast til, at teirra motiv fyri at siga tað er bert fyri at tarna einari møguligari nýggjari íbúðarverkætlan.

Tá tað er sagt, so er tað almenn vitan, at ávísar ultrahøgfrekvens strálir eru vandamiklar. Tað er m.a. røntgen, uv og gamma v.m. Ofta tær, sum hava ein frekvens, sum er væl hægri enn 2GHz.

Antennurnar við Oyggjarvegin senda við VHF radiosignal, sum hevur ein frekvens uppá 30-300MHz. Sami sendari er umborð á næstan øllum smábátum og øllum skipum í Føroyum. Hugsa um allar sendararnar í Vágsbotni v.m. Tað er púra vandaleyst.

Fyri at samanbera, so hava flest øll húsarhald í Føroyum ein WIFI routara, sum hevur ein nógv hægri frekvens – flestu teirra eru um 2,4GHz. Um man skal fara víðari, so hava flest øll í Føroyum fartelefonir, sum hava ein enn hægri frekvens. Einsini tey, sum arbeiða í MRCC, brúka fartelefonir. Hartil skal sigast, at allar 4G mastrarnar eru í stórt sæð øllum býum í Føroyum. 

Onnur viðurskifti verða eisini umrødd, sum eru púra burturvið, og á einum so lágum støði, at tað ikki verður viðmerkt her.

Tað vildi sømt seg betur hjá KVF, MRCC og Skógfriðingarnevndini at sett seg inn í tingini, áðrenn slíkt verður slongt út við tí endamáli at spinna eina søgu, sum er ósonn.

Gordon Rajani
stjóri í MARK

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo