Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Rætting til innslag um Sørvágs Arbeiðarafelag í ÚF sunnukvøldið!

Sunnukvøldið hevði Útvarp Føroya í 18.00 tíðindunum givið Elias Davidsen rúma, einvísa breidd um Sørvágs Arbeiðarafelag. Eg vil her kontant afturvísa øllum sum Elias segð við útvarpið. Tí at onki av tí var rætt. Brotini her niðriundir frá Elias kunnu verða avvíkjandi frá tí bandaðu samrøðuni.

1.   Elias Davidsen: ”Rúni Nolsøe tók valdi á fundinum. Og fundurin burdi verði avbrotin beinanvegin”

Lóg felagsins § 24 sigur: ”Formaðurin er orðstýrari á øllum fundum. Tó kann, um ynskt verður, ein annar fundarlimur verða valdur til orðstýrara.”

Her er greið tala ! Vit sum hava stríðst fyri at fáa hendan aðalfundin, vildu brúka okkara lógarrætt, til at velja orðstýraran. Tað var atkvøtt um orðstýraran á fundinum. Og undirritaði var valdur til orðstýrara, uttan mótvalevni.

So har var onki at fara eftir!!!

2. Vit vóru blivin klók av ringum royndum frá aðalfundinum árinum fyri. Tá savnaðu vit 25 undirskriftir fyri at fáa eykaðaðalfund. Tí fólk vóru karvandi troytt, av at verða rivin inn at skinninum av sínum egna fakfelag. Uppskotið var at fáa limagjaldið niður. Men sum form. og orðstýrari, kveistraði Amy Jacobsen alt av borðinum. ”Hettar passar ikki til Føroya Arbeiðarafelag” segði hon bara. Og so hon tók bara lógina í egna hond.

3. Elias Davidsen: ”Fundurin var ikki rætt lýstur”

Lóg felagsins § 26 sigur: ”Vanligur aðalfundur verður við 14 daga varningi lýstur við gøtuuppsløgum og á annan hóskandi hátt”

Her er greið tala. Amy Jacobsen segði á aðalfundinum í dec. at fundurin var lýstur við 14 daga varningi í PE. Tað sum onkur átalaði á aðalfundinum var, at uppslagið var goymt burtur, so tað var trupult at fáa eygað á. So ongin varnaðist hettar fyrr enn dagin fyri fundin. Men hettar var so allíkavæl góðkent av aðalfundinum. Aðalfundurin hevur smb. lógini hægsta myndugleika.

So har var onki at fara eftir!!!

Men álvaratos. Amy og Elias melda seg sjálvan til at hava lýst ein fund ólógligan. Ein fund sum tey sjálvi hava lýst. Eru tey rættuliga klók ?

4. Elias Davidsen: ”Rúni Nolsøe er ikki lógligur limur í felagnum, tí hann hevur verið uttan arbeiðið í rúma tíð.”.

Undirritaði vísti á aðalfundinum í dec. á goldi limagjald uppá ca. kr. 4.700,- fyri árið 2021. Heilt korrekt, kr. 6.003,-.  Og aðalfundurin góðkendi at undirritaði var valbærður.

Lóg felagsins § 26 sigur: ”Aðalfundurin (í dec.) hevur hægsta avgerðarrætt”

Tað er sagt: ”Ongin yvir og ongin við síðuna av lógini”! Men Amy Jacobsen og Elias Davidsen seta seg yvir lógini. Og tey seta seg yvir aðalfundin. Tí tey seta bara til viks eina aðalfundarsamtykt.

Hettar eitur lógarbrot!!!
Lóg felagsins § 2 sigur: ”Við upptøku í felagið verður goldið eitt upptøkugjald. Tá upptøkugjaldið og limagjald er goldið, fær limurin ókeypis felagslóg og galdandi arbeiðssáttmála útflýggjaðan”

Men Amy hevur onga felagslóg útflýggja til limirnar í tey 9 árini hon hevur verið form. í SA. Og tískil kennir ongin í Sørvágs Arbeiðarafelag síni rættindir ellar sínar skyldur. Kanska er hettar gjørt tilvita.

Líkaso við innkalling til aðalfund. Ongin kann minnast eina innkalling til aðalfund í Sørvágs Arbeiarafelag tey í 9 árini Amy Jacobsen hevur verið form. Hettar má verða gjørt tilvita. 

Óansæð so er hettar lógarbrot!!!
- Um limalistan. Limalistin í Sørvágs Arbeiðarafelag er ikki dagførdur síðan 2011. Tað var áðrenn Amy Jacobsen bleiv formaður í 2011. Ístaðin so brúkar Amy kassa apparati hjá Føroya Arbeiðarafelag til at avgerða hvør er limur í SA.  Um % gjald ikki kemur inn til FA frá einum limi í SA í 3 mánaðar, so er limurin strikaður. Eisini sum limur í Sørvágs Arbeiðarafelag. Hvør hevur givið Amy heimild til hettar ?

Hettar er lógarbrot!!!

SUMMARUM!

Hvat er tað sum hendir í Sørvágs Arbeiðarafelag?

Jú, fyri fyrstu ferð í 30 ár er tað nakar sum setir seg upp ímóti fakfelagstyranniinum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Í 30 ár hava øll sum tordu at mukka, fingið jarnhælar og stálhanskar at kenna.

Og nú skal FA aftur statuera eitt eksempul uppá hvat rebellar kunna vænta sær.

Men tíðin kemur so at vísa hvat FA saman við sínum lokalu hondgangarar náa til.

Men!!! Amy Jacobsen og Elias Davidsen hava slett ongan rætt til sjálvi at innkallað til eykaðaðalfund í Sørvágs Arbeiðarafelag. 

Lóg felagsins § 27 sigur: ”Eykaðaðalfundur kann verða hildin, tá ið nevndin heldur tað verða neyðugt. Ella um í minsta lagi 25 felagslimir seta fram grundgivið krav um tað”

Tvs. Amy og Elias skulu út at savna 25 undirskriftir frá limum sum stuðla teimum, fyri at biðja um ein eykaðaðalfund.

Og fyri alt tað, so er tað ikki lov at seta nevndarval á fundarskránna til ein eykaaðalalfund.

Tað er bara aðalfundurin í dec. mánaða sum hevur tað bundnu skránna, at hava val av nevnd.

Ryggin ímóti múrinum!
Vit í Sørvági standa nú við rygginum ímóti múrinum. Vit vilja aftur til grundleggjararnar av okkaram felagið frá tí Harrans degnum 25. mars í 1942,

Jákup í Jákupstovu
Andreas Jensen
Hans í Beiti
Andreas Davidsen og
Niels J. Dragasund

Hesir vóru ikki nakrir dummir hundar. Teir dugdu gløggliga at síggja fyri sær tað ímyndina, at undanstøkkingar kundu koma til at oyðileggja Sørvágs Arbeiðarafelag. Og teir hava í lógini tikið øll fyrivarni fyri hesum.

Eitt stolt sjálvstøðugt felag fyri arbeiðarar í Sørvági, var teirra mál. Og ikki ein marionettur fyri nakrar pamparar, sum sita uppi á eini góðari rók og gotta sær. Og tað einasta hesir duga til, er at útsúgva tað seinastu rest úr sínum egnu forsvarsleysu limum.

Vit hava nógv at æra grundleggjararnar av Sørvágs Arbeiðarafelag fyri.

Sørvágur 18. januar 2022
Rúni Nolsøe
Formaður Sørvágs Arbeiðarafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo