Dimmalætting hevur 25. februar 2022 grein um møguligan kynsligan ágang móti børnum á einum dagstovni í Tórshavnar kommunu, har tað millum annað verður skrivað, at starvsfólkið undir illgruna var til arbeiðis á stovninum, hóast meldað til løgregluna.
Tað er rætt, at eitt mál um møguligan kynsligan ágang á einum dagstovni, hevur verið kannað.
Kommunan og stovnsleiðarin hava frá byrjan verið í tøttum samstarvi við avvarðandi myndugleikar, harundir um støðuna hjá starvsfólkinum og um kunning til starvsfólk og foreldur.
Allar mannagongdir og boð frá løgregluni og barnaverndartænastuni hava verið fylgd í málinum, sum er handfarið á professionellan og virðiligan hátt.
Neyðugar avhoyringar eru gjørdar, málið er kannað av avvarðandi myndugleikum, og er síðani slept, uttan at ákæra er reist móti starvsfólkinum.
Meðan kanningararbeiðið móti starvsfólkinum fór fram, var starvsfólkið ikki til arbeiðis á stovninum.
Tórshavnar kommuna
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo