Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í sendingini ”Kom á val 03” seinasta hóskvøld, boðaði journalisturin Krista Johnsdóttir Kreutzmann hyggjarunum frá, at tað stóðu fýrati – 40 - fólk á bíðilista til búpláss hjá Roðanum pr. 1. januar 2024. Roðin er næststørsta eldraøki í landinum, sum tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin varða av. Runavíkar, Nes- og Sjóvar kommunur. Kommunukanningin hjá Lóður og Kringvarpinum staðfestir annars, at Roðin er avgjørdur toppskorari, táið tað snýr seg um nøgdsemi á eldraøkinum.

Útsøgnin um hesi fjøruti fólkini á bíðilista er rong upplýsing við lít, og átti ikki at komið fyri í einari sending í almennu tjóðarrásini Kringvarp Føroya.

Tað stóðu átta – 8 - fólk á bíðilista hin 1. januar í ár, og í dag er støðan hon, at tað standa fýra – 4 – fólk á bíðilista til búpláss hjá Roðanum. Ongin hevur spurt Roðan um nakað sum helst hesum viðvíkjandi, heldur ikki til sendingina ”Kom á val 03”. Vit harmast almikið um mistakið og møguligar misskiljingar. Leggjast kann afturat, at stýri og leiðsla støðugt arbeiða við at menna og tryggja hóskandi røktartilboð til teir borgarar, ið hava tørv á hesum.

Við hesum er stórliga mistakið hjá Kringvarpinum rættað.

Tórbjørn Jacobsen, stýrisformaður.

Jóngerð Guttesen, dagligur leiðari.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo