Løgmaður hevur fingið 11.000 kr. í lønarhækkan um mánaðin, meðan sjúkrarøktarfrøðingar máttu í 7 vikur verkfall fyri at fáa 3.500 kr.
Løgmaður og landsstýrið verða lønt eftir sáttmálanum hjá Tænastumannfelagnum.
Tá landsstýrið herfyri gjørdi nýggjan sáttmála við Tænastumannafelagið, var stóri vinnarin løgmaður sjálvur,
Hann fekk eina lønarhækkan á góðar 11.000 kr. um mánaðin.
Fíggjarráðfrúan, sum undirskrivaði sáttmálan, syrgdi fyri, at hon og hini í landsstýrinum fingu uml. 9.000 kr í part í lønarhækkan um mánaðin.
Tá talan var um sjúkrarøktarfrøðingar var orðaljóðið øðrvísi í Tinganesi.
Einki lønarlyft til sjúkrarøktarfrøðingar, kortanei.
Og eftir góðar 7 vikur í verkfalli fingu sjúkrarøktarfrøðinngarnir uml. 3.500 kr. í lønarhækkan.
Munur er á og rætt hevur løgmaður.
- Tey byrjaðu við sær sjálvum.
Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo