Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, kann sambært uppskotinum geva m.ø. Spf Bouttours v/Høgna Hoydal loyvi at sigla ferðafólk til hvønn blett í landinum.

Í grein 4 verður loyvt at sigla og leggja at allastaðni við báti.

Í grein 5 stendur í 1. stk at handilsslig ferðavinna kann bara útinnast í samráð við eigara. Men í 2. stk stendur, at eigari ikki kann nokta, men bara krevja ein sonevndan standard-sáttmála.

So kemur 3. Stk. Og har stendur, at landsstýrimaðurin ger standard-avtaluna. Í serligu viðmerkingunum stendur, at standard-avtala skal innihalda t.d. hvussu verður lagt til rættis á skynsamasta hátt, soleiðis ein órógvar annað virksemi sum minst. Ikki eitt orð um pengar.

So stendur, at eigarin kann bjóða seg fram sum ferðaleiðara og at gera matpakkar. Men tað er ikki neyðugt hjá nøkrum at taka av.

Eigarin skal hoyrast, men ongum nýtist at lurta eftir honum.

Ræðisrætturin verður stolin frá eigarum. Landsstýrismaðurin kann býta loyvir út sum honum lystir. Í løtuni er Høgni Hoydal landsstýrismaður, og tað er tí hann, sum býtir út.

Er hetta í tráð við Grundlógina? Nei

Er hetta í lagi? Nei

Er gegnið í lagi? Nei

Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo