Føroyska fosturtøkulógin frá 1956 er ótíðarhóskandi og skapar ótryggar og óvirðiligar karmar fyri kvinnur, ið ynskja fosturtøku í Føroyum.
Sum samfelag hava vit skyldu til at tryggja kvinnum møguleika fyri at velja fosturtøku á einum tryggum og upplýstum grundarlagi.
Føroyska fosturtøkulógin er millum tær strangastu í Evropa, og er hon smíðað í eini tíð, tá ræðisrætturin hjá kvinnuni í samfelagnum var munandi øðrvísi, enn hann er í dag.
Í sambandi við at fosturtøkulógin verður endurskoðað, mælir Javnstøðunevndin til, at kvinnan, innanfyri eitt rímiligt og virðiligt mark, hevur ræðisrættin til at velja fosturtøku.
Javnstøðunevndin
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo