Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eru tað rembingar í  ríkisfelagsskapinum millum Grønland, Føroyar og Danmark? Hvør er orsøkin til, at misnøgdin kemur fram ferð eftir ferð. Er tað aðrir mátar hjá hesum trimum londum at skipa felagsskapin? Hvørja avleiðing fær øðrvísi felaggskapur millum londini á norðurlendska samstarvið?

Hesir spurningar verða svaraðir á ráðstevnu um Ríkisfelagsskapin og Norðurlendska samstarvið, sum Norrøna Felagið og Fróðskaparsetrið skipa fyri í felag tann 28. september.

Til at svara hesum spurningum hava vit fingið Bertel Haarder, fyrrverandi fólkatingsmann og Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi sendimaður fyri danska uttanríkisráðið. Saman við hesum báðum dønum verða innlegg eisini fra Jens Christian Svabo Justinessen, samfelagsfrøðingi og Bárður Larsen, juristi, sum báðir arbeiða á Setrinum.

Í panelkjakinum luttaka Axel Vilhelmson Johannesen, formaður í javnaðarflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í sambandsflokkinum og Bjarni Kárason Petersen, ráðharri í norðurlandamálum.

Ráðstevnan verður 28. september kl 13:00 til 16:30 í Løkshøll, Runavík. Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er at melda til.  Skrá og tilmelding á heimasíðuni hjá Norrøna felagnum https://norden.fo/limira/tilmelding

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo