Hagafelag Føroya skipar fyri, í Smæruni í J.H. Schrøtersgøtu 7 í Havn, týsdagin 16. november frá kl. 13-17.
Høvuðsfyrilestrahaldari verður Håvard Steinsholt, granskari við Norges Miljø- og biovitenskapelige Universitet (NMBU). Hann fer m.a. at greiða frá gongd í haga við atliti at ognarviðurskiftum.
Harumframt fara umboð fyri frítíðarfelagsskapir í Svøríki, Finlandi, Noregi og Danmark at greiða frá, hvussu gongd í haga er skipað í hesum norðurlondum.
Tað er Hagafelag Føroya sum skipar fyri, og fundurin er í Smæruni í J.H. Schrøtersgøtu 7 í Havn, í dag frá kl. 13-17.
Endamálið við ráðstevnuni er at geva føroyingum høvi til at kunna seg um, hvussu gongd í haga er skipað í okkara grannalondum og stimbra til eitt upplýst kjak um, hvørja loysn vit ynskja í Føroyum.
Ráðstevnan er almenn og ókeypis, men tað er neyðugt at vísa koronapass fyri at sleppa inn.
Ráðstevnan verður stroymd á facebooksíðuni hjá Hagafelagnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo