Mentanarliga og málsliga eru Føroyar fjølbroyttar, og tað setir krøv til okkara skúlaverk og myndugleikar at fylgja við. Tí verður skipað fyri ráðstevnu 22. mars um tað lutfalsliga nýggja fakøkið í Føroyum, sum eitur Føroyskt sum annaðmál.
Hetta er eitt fak, sum er neyðugt fyri at geva fólki í Føroyum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, nøktandi undirvísing og harvið amboð til at fóta sær væl í okkara samfelag til gagns fyri øll.
Fyriskiparar eru umboð fyri Fróðskaparsetur Føroya og lærarar, sum nýliga - og sum teir fyrstu - hava staðið Diplomútbúgving í Føroyskum sum annaðmál á Føroyamálsdeildini.
Á ráðstevnuni verða fyrilestrar, styttri framløgur, uppsløg og samrøður, sum bæði snúgva seg um politikk og praksis á økinum.
Málbólkurin fyri hesa ráðstevnu eru lesandi og skúlafólk á øllum stigum, eisini leiðslustigi, umframt politikarar, sum skulu seta karmarnar fyri okkara skúlaverk nú og komandi.
Tey, sum koma á ráðstevnuna, fáa innlit í:
• hvat føroyskt sum eitt annaðmál er
• altjóða og føroyska gransking
• karmar og fyriskipan av økinum
• fleirmælisdidaktikk og fleirmælta málmenning
• serligar avbjóðingar og serføroysk viðurskifti, ið eru heft at tí at læra føroyskt í einum fleirmæltum veruleika
Ráðstevnan er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Tilmelding er tó neyðug, melda til her.
Sí skránna her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo