Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fríggjadagin 28. oktobur til sunnudagin 30. oktobur hevur Open Doors eina spennandi ráðstevnu í Lívdini. Vit koma hoyra frá Ibrahim, sum er pastorur í Sýria. Hann hevur eina sterka søgu, um hvussu hann kom gjøgnum kríggið, og hvussu samkoman megnaði at yvirliva harðrendu forfylgingin av ISIS.

Eisini kemur Bitten Høgh, ið hevur verið trúboðari í Kina í 27 ár, at hava tveir fyrilestrar, um hvussu hon brúkti handilsvirksemi, at náa kinverjar við evangeliinum.

Monika Kunoy Sharp luttekur eisini, og kemur hon, at greiða frá hvussu kristin verða jagstrað í Suður Filippinunum.

Vit gleða okkum at síggja teg!

Skrá:

Fríggjakvøld        20:00 Møti við Ibrahim

Leygardag    11:00-11-45: Fyrilestur við Bitten Høgh (fyrri partur). Evnið er: "Hvussu brúkar handilsvirksemi sum amboð í trúboðan."

Steðgur:        Ábit og Kaffi

Leygardag    12:15 -13:00 Fyrilestur við Bitten Høgh (seinni partur).

Leygarkvøld        18:00 Møti við Moniku Kunoy Sharp og Jens Kristian Jensen

Leygarkvøld        21:00 Ungdómsmøti við Ibrahim

Sunnumorgun        11:00 Møti við Róa Norðoy

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo