- Tað er óheppið, nú vit endiliga hava fingið útbúgvið lærarar í føroyskum sum annaðmál, at vit fara at skerja tímarnar til undirvísingina.
- Tað er mín vón, at hesir tímar, sum eru skornir av tímatalvunum, koma aftur á tímatalvurnar, tí tørvurin er har. Hann hevur ongantíð verið so stórur sum nú, skrivar Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo