Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og vinnumálaráðið: Landbúnaðurin skal mennast, og tilvitskan um alt tað góða, sum fæst úr føroysku moldini og úr sjónum, skal gerast betri.

Tí fer Uttanríkis- og vinnumálaráðið, í samstarvi við aðrar partar, at gera átøk fyri at styrkja matvøruframleiðsluna til tess at gera tað høgligari hjá fólki at fáa føroyskar matvørur og at læra bæði børn, ung og vaksin at gera siðbundnar og nýggjar rættir úr føroyska kovanum.

- Tað skal verða líka lætt at fáa fatur í dygdargóðum føroyskum sum innfluttum matvørum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

- ”Vit mugu ganga nýggjar leiðir og betra tilvitskuna hjá brúkarum, framleiðarum og handlum, so at bæði útboð og eftirspurningur eftir føroyskum matvørum veksur.

750 túsund kr. verða raðfestar til menningarverkætlanir á landbúnaðarøkinum, stuðulin til føroyskt framleitt stráfóður veksur við 920 túsund kr. upp í 6 milliónir, og ein nýggj játtan upp á 750 túsund kr. verður sett av til at fremja royndarverkætlanir, ið kunnu økja framleiðsluna, nýtsluna, virðingina og tilvitskuna um stuttfluttar føroyskar dygdargóðar og heilsugóðar matvørur.

Ætlanin er at lýsa eftir umsóknum, har til dømis skúlar, bústovnar, ellis- og røktarheim saman við lokalum framleiðarum, áhugabólkum og fakfólki kunnu upplýsa um og gera heilsugóðan mat úr føroyskum rávørum og føroyskari framleiðslu í gerandisdegnum og í undirvísing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo