Ráðstevnan WEFTA 2019 verður í Føroyum í heystferiuni í ár, sum Fiskivinnuroyndir/ Fiskimálaráðið skipa fyri.
Ráðstevnan WEFTA 2019 verður í Føroyum í heystferiuni í ár, sum Fiskivinnuroyndir/
Fiskimálaráðið skipa fyri.
Fiskivinnuroyndir hevur umboðað Føroyar í WEFTA síðani 2006 og er stjórnarráðnum í WEFTA. WEFTA stendur fyri - West European Fish Technologists Association
WEFTA ráðstevnan hevur einaferð áður verið í Føroyum, tað var í ár 2000, og tá umboðaði Heilsufrøðiliga Starvsstovan Føroyar í WEFTA.
Ráðstevnan savnar granskarar, fleiri av teimum ung, úr øllum Europa, sum granska í fiski til matna, at koma hendavegin at greiða frá seinastu granskingarúrslitunum.
Allir granskarar arbeiða á stovnum, sum Fiskivinnuroyndir hevur samband við gjøgnum felagsskapin WEFTA.
Umframt granskararnar er ráðstevnan opin fyri øllum áhugaðum, og við serligum degi fyri vinnuna í Føroyum, er tilmelding eisini opin fyri føroyingum í fiski og alivinnuni.
Evnini á ráðstevnuni eru:
1. Virðisskapan úr uppsjóvarfiskasløgum og botnfiskasløgum (vinnuligur partur)
2. Burðardygg alivinna – heilsugóð framleiðsla í dag og í framtíðini
3. Alt í land – einki burturkast í fiskiskapinum og framleiðsla av framkomnum vørum úr restrávøru (biorefining)
4. Heilsuágóðar at eta fisk og tiltøk at fáa fólk at eta meira sjógæti (marine based food).
5. Matvørutrygd, og hvussu slepst undan skeivari merking so sum sporføri v.m. (authenticity)
6. Mikro- og makro-tarar og framtíðar nýtslumøguleikar.
7. Framkomnar tøkniligar framleiðslur, og hvussu ymiskir framleiðsluhættir ávirka góðskuna á fiskavørum
Felagsskapurin WEFTA hevur (millum annað virksemi eisini) árligar ráðstevnur, sum limastovnarnir skiftast um at stíla fyri. Felagsskapurin er reiðiliga óformligur og einki limagjald er. Stovnurin, sum er vertur fyri árligu ráðstevnuna, hevur samstundis formansskapin í WEFTA.
Ráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum og Advent Events Management samskipar ráðstevnuna fyri formansskapin.
Meira fæst at vita um felagsskapin á heimasíðuni www.WEFTA.org og um sjálva ráðstevnuna á heimasíðuni www.wefta2019.com
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo