Almannaverkið: Øll børn í Føroyum í dag hava ikki javnbjóðis møguleikar at standa seg í lívinum, tí at almennu og kommunalu skipanirnar í ov stóran mun svíkja. Viðkomandi almennir, kommunalir og privatir felagsskapir hava tikið seg saman um ráðstevnuna Kná børn.
Almannaverkið tók í vár stig til, at viðkomandi partar, sum hava við børn og ung at gera, skipa fyri eini ráðstevnu, sum kastar ljós á viðurskiftini hjá børnum og ungum í Føroyum. Úrslitið er ráðstevnan Kná børn, sum partarnir heilhugaðir og fullir av orku hava tikið lut í.
Endamálið
Endamálið við ráðstevnuni Kná børn er, at hon skal seta gongd á eitt arbeiði, sum skal tryggja, at øll børn og ung í Føroyum, rættstundis, fáa javnbjóðis møguleikar at standa seg í lívinum.
Skráin
Á ráðstevnuni verða fakligur íblástur, fyrilestrar, persónligar frásagnir, kjak og sjónleikur.
Nøkur dømi
• Viðurkendi danski professarin Per Schultz Jørgensen heldur fyrilestur til høvið um kná børn og avbjóðingarnar hjá familjuni.
• Norsku serfrøðingarnir Camilla Trud Nereid og Margrethe Taule greiða frá málrættaða norska átakinum 0-24, sum vendir sær beinleiðis til børn og ung í andgletti.
• Tær tríggjar Rebekka Perlick frá Psykiatriska deplinum, Alisa Hammer úr Bláa Krossi og Súna Mørk úr Fountainhúsinum seta fingurin á øll tey økini, sum vit í Føroyum ikki megna.
• Nøkur ung fólk greiða frá persónligu upplivingini við eini skipan, sum í alt ov stóran mun hevur svikið.
• Sjefkokkurin á KOKS, Poul Andrias Ziska, greiðir frá síni torføru skúlagongd, og hvussu hann kom í lívsins skúla.
Innihaldsliga er ráðstevnan skipað í trimum breytum. Í einari skipanarligari breyt seta útlendsku og føroysku serfrøðingarnir sjóneykuna á avbjóðingarnar hjá børnum og ungum í dag, og ikki minst verður ljóskastarin settur á, har skipanin svíkur. Skipanarliga breytin í Høllini í Norðurlandahúsinum endar við einum politiskum kjaki um framtíðina, og hvat skal gerast.
Í Skálanum verða viðkomandi fyrilestrar við millum øðrum Barnabata og barnaverndartænastunum í Tórshavn og í Runavík, meðan tað í Klingruni verða fyrilestrar av meiri praktiskum slagi innan økið. Í Klingruni hoyra vit millum annað Poul Andrias Ziska siga frá um sína skúlagongd, og hvussu tey á Margarinfabrikkini arbeiða við einum samansettum námsfrøðiligum skúlatilboði.
Ráðstevnan er fyri øll og er ókeypis
Øll eru hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið til ráðstevnuna Kná børn fríggjadagin 3. mai 2019.
Ráðstevnan er ókeypis, byrjar klokkan 8.30 og endar umleið klokkan 16.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo