Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

SamFelagið: Tá, nú og framtíðin. Táverandi samfelagið kunnu vit lesa og hoyra søgur um, og í summum førum minnast.

Nútíðarsamfelagið liva og virka vit í beint nú. Framtíðina kenna vit ikki. Hon kann tykjast fremmandagjørd og trupul at ímynda sær, hóast hon mangan er grundarlag fyri avgerðir, og hvønn veg vit sum samfelag flyta okkum.

Men hvat kunnu vit sum borgarar reelt vænta av framtíðarsamfelagnum, og hvørja ávirkan hevur framtíðin á dagsins samfelag, og hvussu vit byggja land?

Hvønn týdning fer eitt nú vitan at hava í framtíðini í mun til í dag, í hvønn mun skulu vit arbeiða nýskapandi, og hvussu skapa vit eitt burðardygt samfelag til eftirkomarar okkara?

Hetta eru nakrir av spurningunum, ið ráðstevnan fer at viðgera.

Vælkomin til FramtíðarSamfelagið.

Skrá:
14.00 Vælkomin

14.15 Kári Holm Johannesen, sosiologur og leiðari á Hagdeildini á Hagstovu Føroya: Tá, nú og fram. Ein søga um fólk og arbeiði í tølum við sosiologiskum drússi

14.45 Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur og deildarstjóri á Stjórnartænastuni í Løgmansskrivstovuni: Fyrisiting í framtíðarsamfelagnum - avbjóðingar og krøv

15.00 Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum: Vinnan í framtíðarsamfelagnum

15.15 Steðgur. SamFelagið bjóðar kaffi/te og føðingardagslagkøku.

15.45 Bogi Eliasen, samognari og framtíðargranskari á Instituttet for Fremtidsforskning: Megatrends sum amboð – Borgarin, Samfelagið og Vinnan í 2030

16.30 Terji Nielsen, deildarleiðari á Research & Development deildini í SEV: Grøna orkuskiftið í Føroyum

16.45 Dialogur og kjak millum umboð frá vinnum og stovnum í Føroyum

Kára Bjarnadóttir Jakobsen verður orðstýrari.

Ráðstevnan er skipað í sambandi við 5 ára føðingardagshaldið hjá SamFelagnum - Felagið hjá føroyskum samfelagsfrøðingum.

Ráðstevnan er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin í auluna í Finsen tann 27. apríl kl. 14.00-17.45.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo