15 børn og ung úr Kina millum 10 og 15 ár hava seinastu fýra dagarnar vitjað í Føroyum. Tey hava frammanundan verið í Danmark og í Noregi. Í Føroyum hava tey verið gestir hjá SSB-skótunum og tey hava eisini búð í Skótahúsinum.
Endamálið við ferðini er at kanna og síggja, hvussu skótarørslan er uppbygd og verður skipað. Alment finnast skótar ikki í Kina, men á eini jamboree í Japan í fjør fekk leiðarin hjá kinesisku børnunum samband hendavegin og vitjaði í Føroyum í fjør at kanna viðurskiftini.
Tey hava havt úr at gera í Føroyum, m.a. hava tey verið á oynni í Hesti, fiskað, sigið og gjørt ymsan ítrótt. Eisini hava tey verið undir Vestmannabjørgum. Á skránni var eisini at vitja borgarstjóran í Havn og hoyra eitt sindur um Havnina. Børnini tosaðu væl enskt.
Tey hava fingið nógv burturúr ferðini í Føroyum og í gjárkvøldið bjóðaðu tey vinum og kenningum til samkomu í Skótahúsinum, har tey høvdu gjørt kinesiskan mat til gestirnar. Tey fóru avstaðaftur við flogfari í morgun.
Fríggjadagin vitjaðu tey á Ráðhúsinum, har tey fingu sodavatn og ymiskt lekkurt frá Gómagott, borgarstjórin bæði gav og fekk gávur og kommunustjórin greiddi frá ymsum um Havnina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo