Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í alt ov stóran mun síggja vit, at talið á teimum, sum veruliga gera arbeiðið á gólvinum í eldrarøktini minkar. Hetta er ein avbjóðing, ið samfelagið stendur frammanfyri, serliga í okkara eldrarøkt.

Tørvurin á fleiri starvsfólkum, sum beinleiðis taka sær av teimum eldru er stóur. Tí er tað týdningarmikið, at vit venda pyramidan rætt og fáa brúkt játtanina til starvsfólkið.

Hvat kunnu vit gera?

1. Beinleiðis íløga í starvsfólk

  • Í staðin fyri at styrkja leiðslurnar, sum so ofta verður gjørt, kunnu vit brúka pengarnar til at seta fleiri starvsfólk. Hetta merkir fleiri hendur til at veita beinleiðis røkt og umsorgan.

  • Eldraøkið ovbyrjað, tí ov fáa hendur eru at lyfta uppgávuna. Tað ger tað trupult at manna tey størv, sum verða lýst leys. Fleiri hendur fara minka um arbeiðsbyrðuna og gera eldraøkið meira atraktivt at arbeiða í.

2. Minka um leiðsluliðið

  • Við at minka um óneyðuga stóru leiðsluliðið, kunnu vit brúka játtanina meira skynsamt. Har sum tørvurin er størst, skal fokus vera á at stuðla teimum, sum gera arbeiðið á gólvinum og brúka peningin har, har hann ger mest nytu – hjá teimum eldru.

3. Endurskoðan av fíggjarætlanini

  • Ein nágreinilig endurskoðan av fíggjarætlanini kann avdúk, hvussu játtanin kann brúkast meira skynsamt. Vit mugu tryggja, at pengarnir verða brúktir, har teir gera mest nyttu – hjá teimum eldru.

  • Fíggjarligt gjøgnumskygni er av týdningi, so borgarar og avvarðandi kunnu síggja, hvussu peningurin verður brúktur.

4. Politiskur og almennur stuðul

  • Vit mugu fáa breiðan politiska og almenna undirtøku til hesa broytingina. Opið samskifti við veljarar, serliga eldru borgararnar og teirra avvarðandi, er lykilin til at tryggja, at vit hava undirtøku fyri at venda pyramidan rætt.

  • At lurta eftir teimum eldru og teirra avvarðandi, gevur okkum týdningarmiklar upplýsingar um, hvussu vit best kunnu tillaga tænasturnar.

Við at seta fokus á beinleiðis íløgur í starvsfólk á gólvinum, kunnu vit tryggja, at tey eldru fáa best møguliga røkt og umsorgan. Tíðin er komin til at venda pyramidan rætt, soleiðis at vit kunnu gera ein veruligan mun fyri okkara eldru borgarar.

Lat okkum saman tryggja, at játtanin verður brúkt, har hon ger størst nyttu – til frama fyri okkara eldru og teirra vælveru.

Jóhanna Grúkaskarð
Heilsurøktari
Leiðari í Fjálgu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo