Forsetin í Russlandi Vladimir Putin segði undir einum digitalum G20-fundi í dag at kríggið í Ukraina er ein sorgarsøga.
– Vit mugu hugsa um hvussu vit steðga hesi sorgarsøguni, segði Putin sambært Reuters.
Reuters skrivar eisini at Putin brúkti orðið «kríggj» í staðin fyri «hernaðarlig spesialoperasjón».
– Eg skilji at kríggið, og tað at fólk doyggja, ikki fær verið nakað annað enn eitt sjokk, segði Putin sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo