Russiski forsetin Vladimir Putin vil vera við, at russiski herurin tekur seg fram nógvastaðni á hermótinum, ikki minst í ukrainska býnum Avdijivka, sum liggur einans 15 kilometrar frá ukrainska landslutinum Donetsk, sum Russland ger krav uppá.
Tað skrivar AFP, sum endurgevur russiskt sjónvarp.
Avdijivka hevur verið eitt slag av súmboli hjá russum síðani 2014, tá býurin eitt stutt skifti var undir russiskum harradømi.
Fyrr búðu 31.000 fólk í Avdijivka. Nú eru tey 1600.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo