Vladimir Putin og Russland hava lagt hald á umleið 400 ferðamannaflogfør sum russisk flogfeløg hava leigað frá útlandinum.
Sanksjónirnar móti Russlandi áttu at gjørt at flogfeløgini lótu flogførini aftur.
Men Putin forseti hevur undirskrivað lóg sum ger at flogførini kunnu skrásetast og brúkast í Russlandi.
Fortune hevur sett virði á flogførunum til um 10 milliardir dollarar, og hevur kallað tað sum er hent fyri eitt «rán».
Aðrir miðlar sum Politico og Telegraph, hava brúkt orðið «stuldur» um russisku atgerðina, skrivar VG..
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo