Nú Finnland er limur í Nato fer forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, at síggja til, at russisk herfólk verða send til finska markið.
Tað sigur hann í viðtali við russiska miðilin RIA.
Russland og Finnland hava landamark sum er 1.340 kilometrar langt.
Finnland gjørdist limur í vesturlendsku verjusamgonguni fyri áleið einum ári síðani og Svøríki fyri einari viku síðani. Londini søktu um limaskap, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022.
Í samrøðuni sigur Vladimir Putin eisini, at Russland er til reiðar at brúka kjarnorkuvápn, um landið kennir seg hótt.
- Frá einum hernaðarliga tekniskum sjónarhorni eru vit sjálvandi til reiðar.
Forsetaval er í Russlandi í næstu viku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo