Russiski forsetin, Vladimir Putin, vann forsetavalið sum hevur verið um vikuskiftið so ruddiliga. Hann fekk yvir 87% av atkvøðunum, ber til at staðfesta, nú tað er um at vera liðugt at telja upp.
Um allan heim viðmerkja serfrøðingar valið, og flestu eru samdir um, at valið var ein glantrileikur og at Vladimir Putin hevði vunnið valið langt áðrenn tað var.
Ein viðmerking sum er oftani at hoyra er, at Putin fer at brúka valið til at vísa á stuðulin, hann hevur í fólkinum, til at kríggjast við Ukraina.
Vladimir Putin hevur havt valdið í Russlandi síðani 2000.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo