Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri nøkrum døgum síðani, varnaðust ein annar útiseti og eg, at vit eru strikaði sum limir í ti sera  sjálvfegnu og heldur frelstu gruppuni "Føroysk stavseting".

Fyri tað fyrsta eru vit útisetar.

Fyri tað næsta hava vit ikki serliga ortodoksar meiningar um mál.

Fyri tað triðja hava vit viðhvørt ikki tikið málfútar heilt alvorliga og argað teir eitt sindur við rættiliga sakleysari ironi.

Fyri tað fjórða eru vit ikki teligiøst filologiskir fundamentalistar.

Men hetta er nógmikið til at verða roknaður sum málsligur og puristiskur kettari.

Eftirsum kettarar ikki verða bálbrendir longri, av donskum grundlógargrundum, er revsingin linari í dag:

Man verður bannlýstur á fjasibók og sleppur ikki at lesa ønskriligar greinir um danskan málsligan "yvirgang", hóast tann einasti reelli málsligi vandin í dag, er eingilsk kulturimperialisma.

Man sleppur heldur ikki at lesa tey ovurfrelstu málklombrini á hesi tyrannisku juntasíðuni.

Ikki nakað intellektuelt tap, men ein lítil missur av komiskum undirhaldsvirði.

Við censuri byggja hesi narcissistisku fólk eitt trongt og intellektuelt fátækt samfelag, har øll skullu marchera puristiska strekkigongd við eygnabindi og minimalum sjónarringi.

Tey vilja patentera tað neyðars føroyska málið og avskeplað tað við talentleysum konstruktiónum, so tað verður ein karikaturur fyri tey, sum ikki skoyta um at ganga í takt.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo