Granskingarráðið: 175 granskarar eru nú skrásettir í føroysku PURE skipanini, ið savnar, umsitur og vísir útgávur og onnur vísindalig avrik hjá stovnum og granskarum.
PURE skipanin verður brúkt í nógvum londum av universitetum og granskingarstovnum til at lýsa granskingaravrik, vísindalig fokusøki, samstørv o.a. Skipanin verður eisini brúkt at savna og vísa millum annað hagtøl, útgávur, frágreiðingar og støðumetingar.
Í 2020 fóru Fróðskaparsetrið, Landsbókasavnið og Granskingarráðið undir at seta í verk føroyska PURE skipan. Allir granskarar á Fróðskaparsetrinum og granskarar á fleiri øðrum granskingarstovnum eru nú skrásettir í skipanini. Ætlanin er at fáa allar granskingarstovnar í Føroyum at vera við í skipanini.
Atgongd til føroysku PURE skipanina fæst her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo