Sambært norsku trygdartænastuni PST eru tænastur veittar russiskum fiskiskipum, skrivar norski miðilin DN.no.
Men trygdartænastan hjá løgregluni (PST) vil ikki vátta fyri Sør-Varanger Avis hvørji feløg sum verða kannað.
– Umleið 20 norskir aktørar verða kannaðir fyri brot á sanksjónslógina og lógina um útflutningseftirlit. Hetta eru viðurskifti sum eru hend eftir februar 2022. PST ynskir ikki at viðmerkja hvørji feløg talan er um, ella hvar í landinum tey eru, sigur Eirik Veum í PST í viðmerking til miðilin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo