Tórshavnar kommuna: Prógvhandan var á Vinnuháskúlanum í morgun, har skiparar, skipsførarar, maskinmeistarar og maskinistar fingu prógv handað. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt stutta røðu í sambandi við prógvhandanina!
- Vinnuháskúlin veitir útbúgvingar til leiðslu á sjógvi og landi við støði í okkara samleika sum sjóvinnutjóð. Hetta verður gjørt við fakliga sterkum lærarum og útbúgvingum, sum eru í støðugari menning samsvarandi myndugleikakrøvum og ynskjum hjá maritimu vinnuni.
- Visjónin hjá skúlanum er grundað á virðini ágrýtni, dygd, trúvirði og virðing. Sjálvur haldi eg at tað er rættiliga imponerandi at síggja útboðið av útbúgvingum á heimasíðu skúlans. Eg blívi ikki troyttur av at minna á, at okkum tørvar bæði bókligar og handligar útbúgvingar.
- Og eg havi størstu virðing fyri akkurát handverkarum sum tykkum, við sera fjølbroyttari bakgrund, sum stórur tørvur er á umborð á okkara skipum og aðrastaðni. Sjálvur kundi eg havt blivið, men bleiv ikki maskinistur, men fór aðrar leiðir. Men handverkið gav mær ein førning í praktiskum arbeiði sum heild, sum hevur tænt mær og mínum væl síðan.
- Minnist til, at ein yrkishandverkari verður aldri liðugur at læra – tað er ein lívslong prosess. Nú eru tit rokkin hartil, at tit hava førleikament tykkum at sigla undir fjølbroyttum umstøðum. Og flestu tykkara hava sum so eisini møguleikan at útbúgva tykkum víðari.
- Maskinmenn og maskinistar, tað verður hereftir tykkara ábyrgd at fáa maskinrúmið at virka optimalt, so tey á brúnni ikki hava annað at hugsa um enn at avgreiða sítt egna arbeiði so væl um gjørligt til tað besta fyri skip, manning og okkum sum samfelag.
- Eg sigi tey á brúnni - og ikki teir – tí í dag hava vit tíbetur eisini kvinnur, bæði í maskinrúminum og á brúnni. Vit sum samfelag hava brúk fyri tykkum øllum. Vit vita, at útlendsk vinna stendur í bíðirøð eftir føroyingum til brúnna, maskinrúmið og onnur størv. Tí vit hava bestu førleikar og vitan á økinum.
- Tær siðbundnu føroysku útbúgvingarnar eru dygdargóðar útbúgvingar, ið hava prógvað sítt virði á nær- og fjarleiðum og í størvum á landi heima og í útlondum. Tær borga fyri, at føroysk arbeiðsmegi kann bjóða seg fram á øllum heimsins høvum og í øllum heimsins londum.
- Føroyingar í stórum tali eru álitið á brúnni og í maskinrúmum hjá útlendskum reiðaríum – serliga donskum, grønlendskum og norskum. Hundraðtals føroyingar við tykkara førleikum starvast í uttanlands sigling og í oljuvinnuni.
- At vit í meira enn 100 ár hava bygt upp góðar førleikar á sjónum, og at vit liggja mitt í sjónum – alt hetta ger, at vit hava nakrar kappingarfyrimunir framum so nógvar aðrar tjóðir. Tað at hava ein so imponerandi skúla sum hendan í Havnini, tað onkursvegna forpliktar. Her í Havnini royna vit tí at skapa maritimu vinnunum bestu umstøður komandi árini.
- Tað verður nú og næstu árini lagdur stórur dentur á, bæði at skapa fysisku karmarnar og at stuðla undir komandi vinnu og útbúgvingar á økinum.
- Tykkara útbúgvingar eru nakrar av teimum mest førleikagevandi í tí velduga framburði, vit hava upplivað innan maritima økið. Og tit standa í fremstu røð at tryggja okkum okkara part í komandi framburði í vinnuni.
- Eg fari at enda við at ynskja tykkum øllum somlum hjartaliga til lukku við próvnum og ynskja tykkum alt tað besta og Guðs ríku signing og blíðan byr í framtíðini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo