TSK: Í góðveðrinum í gjár var prógvhandan á TSK, tá ið tríggir næmingar á Serbreytini fingu handað prógv.
Til prógvhandanina hildu Tóra Norðgerð, OCN-samskipari, og Hansa Lamhauge starvsfólk á Serbreytini røðu fyri pisunum.
Eftir prógvhandanina varð boðið til ábit. Tey, sum fingu prógv, eru: Brandur Rasmussen, Uni Olsen á Skúr og Jón Hansen.
Vit vilja ynskja teimum hjartaliga til lukku við próvnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo