Mentamálaráðið: Farið verður nú undir eitt nýtt útbúgvingartilboð til teirra, sum hava tikið eina stutta framhaldsútbúgving í Føroyum ella uttanlands.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum er virkandi landsstýrismaður í mentamálum, hevur givið Glasir loyvi at fara undir eina professionsbachelor útbúgving innan innovatión og íverksetan við tí endamáli at stuðla menningini av einum fjøltáttaðum vinnulívið og framhaldandi at stimbra íverksetaramentanina í Føroyum.
Hetta er liður í politikkinum hjá samgonguni at fjøltátta møguleikarnar at taka útbúgvingar í Føroyum. Talan er um ein yvirbygning til stuttar framhaldsútbúgvingar, so sum marknaðarførslubúskap, fíggjarbúskap, framleiðslutøkning, og byggitøkning, sum í løtuni kunnu takast á Glasir.
Aðrar stuttar framhaldsútbúgvingar geva tó eisini atgongd til hesa nýggju útbúgving. Hetta er sostatt enn ein møguleiki hjá ungum at støðast her á landi.Útbúgvingin er skipað í samstarvi við CPH Business (Copenhagen Business Academy).
Ætlanin er harumframt at samstarva við verandi íverksetaravirksemi í Føroyum.Útbúgvingin tekur 1½ ár íroknað starvsvenjing.
Fyrsti flokkur verður tikin inn á sumri 2019.
Ætlanin er at taka næmingar inn á hesa útbúgving annaðhvørt ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo