Lego familjan Kirk Kristiansen (myndin) rakti seymin á høvdið, tá tey fyri nøkrum árum síðani keyptu privatsjúkrahúsið Mølholm. Seinasti roknskapurin vísir óvæntaða stóra sølu og eisini vinning, tað skrivar Jyllandsposturin.
Seinasta roknskaparár var sølan 442 mió kr og vinningurin 29 mió kr. Seinastu fimm árini hevur samlaði vinningurin verið góðar 100 mió kr.
Tað eru longu bíðilistarnir at sleppa framat almennu sjúkrahúsunum í Danmark sum gera, at so stórur eftirspurningur er eftir tænastunum hjá privatu sjúkrahúsunum.
Í árfrágreiðingini sigur leiðslan handa privatsjúkrahúsið Mølholm, at tey hava ætlanir um at byggja eitt nýtt sjúkrahús á eini grund sum er um 12.000 fermetrar til støddar og liggur í Vejle.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo