Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú verður Christian Andresasen endurgivin í miðlunum fyri at hava sagt, í samband við viðgerð av løgmansrøðuni, at um eitt nú Svínoyingar og Nólsoyingar skulu gera sær nakar vónir um at fáa nýggj skip at røkja leiðirnar, so mugu strandfaraskipini privatiserast.

Eg skal minna Christian á, at tað var okkara egni flokkur Fólkaflokkurin sum í síni tíð legði strandfaraflotan undir alment ræði. Hetta tí, at sum strandferðslan var røkt av privatum frammundan, ikki á nakran hátt kundi brúkast og var ein beinleiðis forðan fyri menning um landi. Har vilja vit ikki aftur.

Ferðaflutingur millum oyggjar og bygdir eigur at verða samhaldsfastur og eingi øki í landinum eiga at verða diskriminerða av ymiskum ferðaseðlaprísum. Hví skal ferðamaðurin gjalda høgan kostnað til tað almenna fyri t.d. at njóta ein brunch í Kalalon á Kirkju, í mun til ein sum ger tað sama á Koks. Jú, siglitúrurin skal vera so fantastinskur, men tað er ein biltúrur eftir oyggj eisini.

Skal ferðamaðurin gjalda meir av samferðsluni, skal hann gjalda tað við komu til landi.

Bygdaleiðir, soleiðis sum tær eru skipaðar í dag, er eitt ræðandi dømi um hvussu ið tað ikki skal gerast. Kunnu snøgt sagt ikki brúkast til nakað sum helst. Man betalir nøkrum busseigarum eitt fast mánaðargjald fyri at koyra millum A og B nakrar ferðir á degnum. Uppgávan hjá busseigaranum blívur tá at optimera soleiðis at best var um eingin kundi var í bussinum. Og tað merkir man sum kundi. Eingin brúkar Bygdaleiðir av týdningi.

Løgmaður boðaði frá, at tað skuldi verða koyrandi til Suðuroyar áðrenn 2030, og um ikki so langa tíð er koyrandi í Sandoynna. Tá eru bara nakar smærri fergur eftir at endurnýggja. Og sjálvandi skuldi tað borið til at funnið teir pengarnar á fíggjarlógini uttan størri hóvasták.

Eg eri ímóti at privatisera Strandferðsluna, men um tað skal gerast, skal ein sáttmáli gerast við fólki fyrst, um tænastustøði og gjald fyri sama!

Frímund Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo