Hagstovan: Prísvøksturin heldur fram, og prísirnir eru hækkaðir 3,0 prosent frá mai í 2023 til mai í 2024. Útreiðslur til býli, sum rentur og prísur á brenniolju, ávirka prísvøksturin mest. Matvøruprísirnir hækka framvegis, men við lægri ferð enn teir hava gjørt seinastu tvey árini.
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflatiónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri maimánað í 2024.
Prísvøksturin heldur fram, og nú hækka prísirnir við hægri ferð, enn teir hava gjørt í seinastu tveimum uppgerðunum undan hesari. Árligi prísvøksturin var 2,6 prosent í februar í 2024 og 2,8 prosent í november í 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo