Hagstovan: Prísirnir eru hækkaðir 2,6 prosent frá februar í 2023 til februar í 2024. Prísvøksturin heldur sostatt fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til býliskeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum hava eisini størst ávirkan á brúkaraprístalið hesa ferð.
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflatiónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri februarmánað í 2024.
Prísvøksturin heldur fram, men nú hækka prísirnir við lægri ferð, enn teir hava gjørt seinastu trý árini. Árligi vøksturin í brúkaraprístalinum var 2,6 prosent í februar í 2024 í mun til sama mánað árið fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo