Ja, tað er rætt …. eg helt tað var moralskt skeivt at hækka prísin á heiligvági, tá eg sat sum heilsumálaráðharri, tí tók eg uppskot aftur í 2020 - tað hildu C og E eisini tá.
Eg haldi framvegis, at tað er skeivt at hækka prísin av heiligvági - tað halda C og E ikki longur.
At hækka egingjaldið við 100% úr 500 kr. upp í 1.000 kr., áðrenn íkast hjá Heilsutrygd tekur við, og harafturat at hækka markið fyri, nær Heilsutrygd veitir 100% ískoyti úr 2.700 kr. upp í 8.000 kr., er at leggja stein oman á byrðu hjá fólki við sjúku.
So eg vil við hesum heita á samgonguna um at taka rokningina aftur !
Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo