Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At kringvarpsgjaldið ikki verður prístalsjavnað, eins og aðrar almennar lønir og útreiðslur, hevur í veruleikanum við sær skerjingar á hvørjum ári.

Kringvarpsgjaldið er altavgerandi inntøkan hjá Kringvarpinum, og við hækkandi lønum og hækkandi prísum yvirhøvur, fer at sansa at hjá Kringvarpinum, sum áhaldandi noyðist at fremja sparingar. Hetta sást eisini so seint sum í summar, tá neyðugt var at fremja sparingar fyri stívliga 6 milliónir krónur.

Eg varð tí fegin at síggja fylgiskjalið til ólavsøkurøðu løgmans. Tí har stóð, at samgongan fór at prístalsjavna kringvarpsgjaldið.

Nú fíggjarlógaruppskotið verður viðgjørt í tinginum, sæst tó,at prístalsjavningin er dottin burtur.

Vit hava javnan gjørt vart við trupulleikan, millum annað á fundi í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum í mai í ár.

Á tí fundinum vórðu landsstýrismaðurin og embætisfólk í UMMR kunnað um, at inntøkurnar av kringvarpsgjaldinum vaksa seinni, enn lønarútreiðslur og aðrar útreiðslur hjá stovninum.

Eitt skjal varð lagt fram, sum m.a. vísti, at um kringvarpsgjaldið hevði verðið javnað við tveimum prosentum um árið síðani 2016, hevði hetta merkt eina meirinntøku á umleið 5 milliónir krónur í 2021.

Umboð fyri Kringvarpið vóru á fundi við fíggjarnevndina 23. november, og løgdu fram fíggjarútlitini hjá Kringvarpinum.

Eg havi eisini sjálv, eftir at fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram, tosað við limirnar í fíggjarnevndini, og greitt teimum frá, hvussu týdningarmikið – og púra rímiligt – tað er, at kringvarpsgjaldið verður prístalsjavnað, eins og alt annað her í landinum.

Kringvarpsgjaldarar millum 24-66 ár, gjalda 150 krónur um mánaðin.

Hálvtannaðhundrað krónur!

Til samanberingar kann eg nevna, at hetta er tað sama, sum tað kostar at koyra aftur og fram gjøgnum Eysturoyartunnilin EINA FERÐ.

Pensionistar gjalda 50 krónur um mánaðin.

Fyri hesa – í okkara verð sera lítlu – upphædd, fáa hyggjarar og lurtarar sera nógvar og dygdargóðar sendingar um árið. Til dømis:

• 3200 tíðindasendingar í útvarpinum

• 200 Dagar og Vikur

• 250 Góðan morgun Føroyar

• 120 Breddar

• 280 barnasendingar í útvarpi

• 760 barnasendingar í sjónvarpi

• 80 ungdómssendingar

• 50 Tórðar á Túri

• 50 Credo

• 300 Morgunlestrar

Og mangt, mangt annað.

Vit hava ongantíð havt størri tørv á einum sterkum, óheftum kringvarpi. Neyðugt er við álítandi og óheftum tíðindaflutningi. Og børn og ungdómar okkara hava uppiborið at síggja og hoyra dygdargott tilfar á føroyskum máli.

Eg skal við hesum gera vart við, at verður kringvarpsgjaldið ikki prístalsjavnað, fer tað at raka sera meint.

Meðan allir aðrir almennir stovnar prístalsjavna sínar lønarútreiðslur, stendur inntøkan hjá Kringvarpinum í stað, samstundis sum útreiðslurnar hækka.

Eg ivist ikki í, at tingfólk framhaldandi vilja hava eitt kringvarp, har mentan og tíðindaflutningur fáa bestu sømdir.

Eg fari tí at heita á tingfólk um at fáa prístalsjavningina av kringvarpsgjaldinum aftur í fíggjarlógaruppskotið, soleiðis sum løgmaður boðaði frá á ólavsøku – alt annað er at týna Kringvarpið.

Elin S. Winther Poulsen,
forkvinna í stýrinum fyri Kringvarp Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo