Higartil hevur tað verið soleiðis, at Booking.com hevur álagt gistingarhúsum sjálvi ikki at selja fyri minni enn tað sama sum prísurin er á talgilda gistingarportalinum.
Men hetta gongur ikki longur, skrivar Horesta, sum er felagsskapur ið røkir áhugamálini hjá gistingarhúsum og matstovum, í sínum tíðindabrævi.
Tí 2. desembur sleppa prísirnir leysir av hesum klausulinum.
Tað er ES sum hevur kravt av tøknirisum sum eitt nú Booking.com, sum ofta hava eina ráðandi støðu á marknaðinum, at teir ikki áleggja sínum brúkarum slíkar treytir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo