Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At prenta var virðismikil kunnleiki, tøkni og førleiki, tá pressan sá dagsins ljós – fyrst í Kina og so í Europa í 15.øld við Johannes Gutenberg, í Mainz, hóast hann gjørdi fyrstu royndir sínar hesum viðvíkjandi í Strasbourg.

Hvat prentaði miðilin hevur havt at siga fyri mannaættina og sivilisatiónirnar er trupult at seta orð á, tí týdningurin er so stórur og fevnir so víða. Skjótt gekk frá Bíbliu- og øðrum bókaprenti til avíslíknandi prent kom á skrá, og tá 17. øld tekur við eru fleiri byrjandi tíðindabløð komin, serliga í Týsklandi.

Prentførleikin og hendan tøknin hava sanniliga eisini havt sín týdning í Føroya søgu – fyri tíðindi, fólkaræði, samskifti, bókmentir, politisk rák, mentanarlig rák, list, handverk, útbúgving, vinnu og meira. Vit mugu minnast til, at flestallar tær fyrstu føroysku bókmentirnar komu fyrst út í tíðindabløðunum og øðrum bløðum, í pørtum, og síðani í bók. Og um vit hugsa eina lítla løtu, so vita vit, at bæði blaðið og bókin hava havt ómissandi týdning upp gjøgnum tíðina í nýggjari føroyskari søgu.

Pressa er eitt vítt hugtak, tí víst verður bæði til alt prent og samstundis til allar tíðindamiðlar og alla tøkni. Og skulu vit gera nøkur tilvitað val sum land, tjóð, tungumál, mentan og samfelag, so mugu vit útgreina økið nærri og so velja, hvussu vit leggja orkuna sum land, fyritøkur og einstaklingar. Og er málið greitt við góðum endamálum, so er lætt hjá fólkinum at taka undir við ymsum átøkum.

Bókaprent
Tá tað kemur til at prenta bøkur, so eru vit komin at einum pínumarki, har vit sum fólk, fyritøkur og land eiga at seta okkum hægri mál og prenta meira í Føroyum, enn vit gera nú. Ja, tað kostar prosentvís heldur meira pr. bók, men vit halda tá fast við ein førleika, ein fjøltáttaðan arbeiðsmarknað, útbúgvingar, arbeiðsroyndir, listarligt virksemi innan prentøkið og eina nærum heilstoypta føðiketu innan bókmentir og prent. Hetta kunnu landsstovnar, landsstuðlaðir felagsskapir, privatar fyritøkur og aðrir felagsskapir fáa at rigga, um viljin er til tess.

Eg veit, at prentfyritøkurnar, sum enn eru her á landi, hava tørv á eini greiðari ætlan og handling fyri slíkt virksemi her á landi. Slíka ætlan og verksetan kunnu vit fáa okkum nú.

Mær tykir, at alt ov lítið er at frætta um, hvussu vit sum samfelag fyrihalda okkum til miðla- og prentveruleikan í alsamari og skjótari broyting. Tí ditti eg mær at seta upp hesar reglur.

Prentað pressa
Bløðini, sum tað føroyska samfelagið hevur sæð og kent, eru mong og virðismikil hvørt í síni tíð. Og fremsta fortreyt fyri at fara í holt við at prenta er at hava okkurt á hjarta, ein boðskap eina vøru ella annað. Tað hevði Niels Winther við Færingetidende, tað hevði Rasmus Effersøe við Føringatíðindum, tað hevði Crayon í síni tíð á Dimmalætting, tað hevði Súsanna Helena Patursson við Oyggjunum, tað hevði M. S. Viðstein við Føroya Sosialdemokrat, tað hevði Kristin í Geil við Tingakrossi, tað hevði Knút Wang við Dagblaðnum, tað hevði Ólavur Michelsen við 14. september, tað hevði Sigrið av Skarði við Kvinnutíðindum, tað hevði Jonhard Mikkelsen við Fregnum, o.s.fr. Og tað hava Sosialurin við Eiriki Lindenskov, Dimmalætting við Sveini Tróndarson og Norðlýsið við Jóhan Lützen eisini. Mong kundu verið nevnd afturat av ymsum sløgum.

Bløðini fækkast, ja, og fjølmiðlarnir við mynd og ljóði vinna á skrivaða orðinum, sum tú kanst sita við í hondini. Ikki minst vinna útlendskir margmiðlar og sosialir miðlar av ymiskum slagi á øllum føroyskum miðlum, prent- og samskiftisfyritøkum. Tó tykist eitt rák vera, sum vil varðveita handhildnu bókina – enn, hóast eisini hon oftari og oftari er prentað í fjarskotnum londum.

Vit kunnu finna nógvar ósemjur í fólkinum bara við at hyggja at hasum listanum av politiskum bløðum ella sokallaðum ófheftum bløðum, har vit eru sera ósamd ella sera samd við oddafólkini – ella okkurt mitt ímillum. Men snýr málið seg einans um innihaldið?

Og so sigur tú: ja, men nú er alt á skermi og í ský, og vit hava ikki brúk fyri nøkrum handhildnum. Og eg spyrji: Hvør er fyrimunurin og vansin við, at alt er á netinum? Eru vit liðug við kjakið og púra sannførd um at geva prentaðu pressuni mønustingin, ella at flyta hennara grundkor til annað land, har onnur enn okkara egnu skulu vinna sær til lívsins uppihald við teimum førleikunum, tað krevur at gera eitt blað (ella bók) á okkara tungmáli?

Uttan at vera serkøn innan prent, so veit eg, at maskinurnar og umstøðurnar, sum m.a. Prentmiðstøðin umboðar, eru ikki løtuverk at byggja uppaftur, um latið verður aftur, starvsfólkaførleikin hvørvur, leigumál endar, maskinur standa óvirknar og ikki verða hildnar viðlíka, og møguliga fara av landinum. Her tosa vit um at prenta bløð.

Journalistikkur
Eitt annað tema i hesum høpi er sjálvur journalistikkurin, sum mangan verður kritiseraður antin fyri ójavna dygd, vantandi fjølbroytni ella fyri at vera einoygdur. Og hetta evnið er mikið áhugavert og sera týdningarmikið fyri okkara fólkaræði, men eisini fyri okkara mál og stigið í okkara kjakmentan. Men fyri at fáa yvirskot til at leggja okkum eftir dygd, fjølbroytni og at lýsa nógv ymisk sjónarmið, so skulu grundkorini vera í lagi og fyritøkurnar, sum liva av at gera tíðindi, ikki vera á veg á húsagang í heilum. Best var, um vit høvdu journalistiska útbúgving í Føroyum og settu okkum hægri mál á hesum øki, men eru tingini ikki tongd? Eiga vit ikki at vera ambitiøs viðvíkjandi sjálvum tøkniliga fjølbroytninum – gomlum og nýggjum? Ymiskum fakligum førleikum í undirstøðukervinum samstundis?

Eg fái hugasamband til søguna hjá spinnaríum okkara – tey eru øll uttan Snældan steðgað við sínum virksemi, og mong eru vit, sum spyrja okkum sjálvi: hví varð eingin ætlan gjørd og framd fyri at flyta virksemið inn í nútíðina og samstundis varðveita ein ávísan aktivitet við gamla handverkinum?

Nýggja føroyska strategi fyri prent
Eg eri sannførd um, at vit vinna meira, enn vit missa, um vit velja at prenta meira í Føroyum: bøkur, bløð og aðrar prentlutir. Enn hava vit mestsum alla tøknina, øll tey útbúnu og royndu fólkini og nakrar fyritøkur við einstaklingum, sum brenna fyri hesum at skapa gott handverk og enntá list á hesum øki. Mong fóru undan teimum og løgdu lunnar undir okkara mentan, samfelagssøgu, mál, bókmentir og journalistik.

Nú tynnist alsamt við miðlum, einamest prentaðum bløðum, sum geva út færri og færri útgávur. Er hetta vilji Føroya fólks, so verður tað so. Men er hetta vegna ein laissez-faire hugburð, ella enn verri: vegna vantandi samstarv prenti og miðlum at frama, so er tað meira enn syrgiligt.

Vit kunnu finna ein hátt at varðveita prentaða pressu í Føroyum: m.a. nýprentað úr hondum teirra við søguni, førleikunum og royndunum, sum vinna sær til lívsins uppihald í okkara landi fyri hetta starv. Um raksturin gevur undirskot, so eigur at verða kallað saman til at stinga út í kortið av nýggjum, at vaska talvuna reina og finna fram til, hvussu útbering, prentvirksemi, og føleikamenning kunnu bera seg við einum felags endamáli at vera verandi fjølbroytt og sjálvberandi á miðla- og prentøkinum.

Og tá eg nevni førleikamenning, so nemur tað við útbúgvingarøkið. Har skal bæði innihald og tøkni lærast. Eg eri av teirri sannføring, at vit kunnu samstarva um prentaðu pressuna, um vit taka lógvatak millum vinnugeiran og aðrar viðkomandi partar. Útbúgvingargeirin, miðla- og samskiftisgeirin og mentanargeirin eru tengdir at prentaðu pressuni. Okkurt slag av trípartaavtalu kann verða gjørd millum arbeiðsgevarar, arbeiðstakarar og landið, har eitt av endamálunum er at fáa lesandi og næmingar at gerast partur av strategi okkara. Aðrir leistir eru eisini møguligir. Eg og fleiri við mær taka fegin nøkur tøk fyri hesa søk, og eg heiti á ábyrgdarpartarnar og áhugapartar um at taka eina greiða framlítandi støðu til prentaða pressu í Føroyum!

Hanna Jensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo