Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Aston Villa-Leicester City 1-4 (1-2)
0-1: Jamie Vardy, 20
0-2: Kelechi Iheanacho, 41
1-2: Jack Grealish, 45+2
1-3: Johnny Evans, 49
1-4: Jamie Vardy, 75

Eitt satt brak er í væntu 2. jólakvøld, tá Leicester City og Liverpool bresta saman á The King Power Stadium í Leicester.

Bæði liðini eru væl koyrandi í løtuni og vinna sínar dystir uttan stórvegis hóvasták, men tó kann tað vera ein fyrimunur fyri Leicester, at Liverpool hava ein truplan útidyst í Champions League fyri framman ímóti Red Bull Salzburg, umframt at teir reyðu eisini skulu luttaka í heimsmeistarakappingini fyri lið, sum verður í Doha beint undan jólum.

Hinvegin hava Leicester City eisini sítt at síggja til. Harundir bíðar ein trupul útidystur tann 21. desember ímóti Manchester City.

Liverpool hava 46 stig fyri 16 dystir, meðan Leicester City hava 38 stig fyri líka nógvar dystir.

Nummar trý í Premier League eru meistararnir frá í fjør, Manchester City. Teir hava 32 stig.

Chelsea eru á 4. plássinum við 29 stigum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo