Beint nú stendur holið til DALS aftur og gálvar sum ein skendsil, ti hugaðir vegamenn mangla nakrar fáar milliónir fyri at fáa avloyst tann farligasta vegin í Føroyum.
Nú tá ið Sands-holið verður liðugt borað i næstu viku, mugu boriamboðini ikki fara norðuraftur, men verða flytt til Húsavíkar beinanvegin, so arbeiðið til Dals kann takast uppaftur
Alt annað er órationelt, ópraktiskt og ólogiskt.
Veganevndin MÁ finna eina skilagóða ekstra fíggjarveiting til dalbingar.
Brúkið ta ekspertisu og tey amboð, sum eru í túninum.
Hvat halda kommunuformenn í Sandoynni?
Virgar Tórarson Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo