Uppsjóvarvirkið P.P. Faroe Pelagic Pf í Kollafirði hevði góðar tvær milliónir krónur í vinningi eftir skatt í fjør.
Tað skal samanberast við hall uppá stívar 12 mió kr árið frammanundan.
Tað eru niðurlendingar sum eiga virkið, og teir siga seg í frágreiðingini ikki vera nøgdar við úrslitið. Og, leggja teir afturat, útlitini eru onki serlig.
- Helst verður úrslitið nakað verri í komandi árum, orsaka av broytingum í kvotum og størri kapping, verður sagt. Men teir ætla at leggja stóra orku í at betra um lønsemið, stendur eisini.
Fíggjarstøðan javnvigar við 252 mió kr og eginognin er góðar 17 mió kr.
Í meðal høvdu 51 fólk sína dagligu gongd á virkinum í fjør.
Dirk-Jan Parlevliet stendur í roknskapinum at vera stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo