Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Longu nú hava tær ljósu summarnæturnar mist takið fyri árið. Alt meðan Ingálvur støðugt syngur, sum bara hann evnaði: ” ...leið móti sumrinum ber”.

Tað finnast vanliga fýra 25 ára løgasteinar um lívsánna á mansins longstu ævi. Og staddur við øðrum fóti á fjórða steini, svitast tað ikki, at háryggur lívsins um Bringsnagøtu er farin um bak - og tað tekur at kvølda.

Haldi, tað var Ninka, sum í Politiken spurdi Anders Nyvig (1914-1986) – verkfrøðing í býarskipan og skilamaður hjá býráðnum at samstarva við í 1980’unum (og mær við um landið) – um nær, ið ein var vorðin gamal? Og Anders svaraði, sær so líkt: “Når man er blevet 60, så er man blevet det - ganske sagte”.

Neyvan øll geva Andersi viðhald í hesum. Meðan onnur halda, at nakað er um rákið.

Afturhvarv
Øll hava onkra søgu, og Poul hevur sína. Hansara stutta CV (hann tíðum endurtekur) er: At hann er HB’ari um ein háls, hevur sjálvur vunnið fleiri kappingar, hevur tikist við eitt boysið sinni (ja, hvør kennir ikki til tað) og hevur gingið í sunnudagsskúla hjá Ingálvi av Reyni (um nøkur ávirkan er at hóma, skal vera ósagt (!)).

Hansara stóra CV sum stjóri, nevndarformaður, seljari av ísi og fiski, landspolitikari, floksstovnari (og flokseigari?) o. a. m., havi eg ikki fylgt við í og veit tí ikki greiðu á.

Honum dámar og hann dugdi at snakka fólk um koll og var fyrr ein framúr sølumaður. Tað gav at býta, táið hann fyri yvir 40 árum síðani byrjaði sína egnu heilsølu við hús. Hann átti tá triðingin av aðrari heilsølu saman við tveimum øðrum, men sum hann tá læt hinar báðar yvirtaka, og væntaði sær tá triðingin av felagsins skrásetta virði.

Men tann góðkendi grannskoðarin kom til hesa niðurstøðu, við tað at Poul fór úr felagnum - hann seldi vanliga móti fleiri øðrum - so minkaði virði felagsins tilsvarandi meiri, og tí bleiv væl minni skurður til skiftis (!). Nakað soleiðis.

Hetta var ein kaldur startur fyri Poul, men ágrýtin, sum hann er, og saman við góðum starvsfólkum, kom skjótt gongd á - og ger tað enn. Sum ikki undrar.

Kommunuskipanin
Vit komu at kennast og samstarva við árslok 1980 og hittust í sambandi við býráðið mestsum dagliga í trý valskeið (12 ár í meiriluta).

Kommunulógin gevur einum býráðsformanni nærum óavmarkað vald. Hesin gerst lønti og fremsti embætismaður býráðsins, er býráðsins andlit úteftir alt valskeiðið, føddur formaður í fíggjarnevndini (har ið øll mál onkursvegna kunnu takast til viðgerðar) og er við í øðrum nevndum og átøkum. Umframt  sum samgonguleiðari at hava dagligu leiðsluna av politiska samstarvinum limanna millum.

Hetta mikla vald kann formaðurin vitiliga nýta til at vinna sær sjálvum sælan sóma. Og til ber við, bæði sum oddviti fyri embætisverki og formaður samgongunnar, at brúka valdið til konstruktivt samstarv við báðar hesar bólkar; men hinvegin kann henda valdsstøða - við avís høvi - óheppið eisini koma at órógva stevið í samstarvinum.

Ein lyklastøða
Hesi viðurskifti eru sjálvandi løgliga skipað soleiðis, fyri at útvega eitt jaligt samfelagsligt samspæl og samstarv í parlamentariskum anda við allar partar býráðsins - heildini til frama.

Og átakið riggar eyðvitað best í einum bý- ella bygdaráði, um leiðslan hevur ein demokratiskan hugburð og mentaðan profil, men hetta kann hinvegin vitiliga vendast til tað øvuta, um leiðslan er særsøkin og ráðarík av lyndi.

Hetta tí, at valdið ella maktin ónoktiliga broytir okkum menniskju, og hóast vit øll væl vita, at valdið bara er til láns fyri eina avmarkaða tíð. So er váðin har. Og váðin gerst ikki minni, um viðkomandi samstundis er limur í sitandi samgongu í løgtinginum.

At maktin (og fáfongdin) dregur at sær, tað skerst heldur ikki burtur. Tí flest øll tey, sum eru komin at kenna til tað politiska valdið, vilja fegin veljast aftur.

Hetta tí at tann, sum einaferð hevur notið glæmuna av Prytaneion (staðið, har ið tað betra slagið av Athen-búgvum hildu til), gloymir ikki so lætt bæði sælu og søtleika maktarinnar.

Á Prytaneion
Í politikki finnast nøkur fólk við ávísari leiðslumentan og leiðsluevnum, meðan onnur roynast meiri sum “distance-blendarar”, hesi sum eitt avmarkað tíðarskeið kunnu vekja glógvandi ans millum fólk - eins og ein mótkoyrandi bilur, ið blendar illa - men sum ein nærri kanning avdúkar, at tað bara vóru lyktirnar, ið ikki vóru í lagi.

Og so eru tað aftur onnur, sum onkursvegna ikki eiga ein neyðugan humoristiskan distanca til sínar egnu fortreffeligheitir. Sum t. d. ikki eiga tað tiltrongda sjálvspeiið.

Fáfongdin lúrir
Vit sóu herfyri eitt brot endurtikið í KvF, har tríggir floksleiðarar yvir einum samgonguskjali stóðu sum ein teggja, haldandi saman hendur og flennandi sum forliptir óvitar. Tá kendu helst fleiri, at tragi/komikkurin var ovboðin. Tí soleiðis hongur politiski gerandisdagurin ikki saman!

Jens Otto Krag suffar í dagbók yvir, tá hann á eini býarstevnu bar seg undan at súkkla skinklandi til undirhalds um kapp við ein digran borgmeistara -: “Det er snart ingen grænser for, hvad en statsminister skal misbruges til (!)”. 

Henda hóskandi fráleika og profil hevði eitt nú Atli Dam, løgmaður, ið var ein politikari - og ikki undirhaldari.

Í politikki kemur ein at kenna mong fólk; men ofta upp á ein annan máta. Og har far ein ikki júst vinir fyri lívið. Soleiðis sum Churchill legði einum ungum partamanni lag á: “Ja, hasumegin sita okkara politisku andstøðingar, men fíggindarnir - teir eru hesumegin - í okkara flokki(!)”.

Valið av formanni
Poul hevur onkuntíð nevnt, at javnaðarmenn valdu hann til býráðsformann. Men hetta er bara óbeinleiðis eftirfarandi. Sum heild var hann einki í mát við javnaðarflokkin, og samstarvið helt ikki ein gang tað fyrstu setuna.

Vit tríggir Essa, Poul og eg samráddust og fundaðust - eina mest uppi hjá Essa, Eliesar Arge (1925-2007) - afturvaldur býráðslimur. Og semja fekst um at skipa eina átta manna samgongu. Men av tí at Fólkaflokkurin var størstur í samgonguni, var semja um, at vit áttu býráðsformannin.

Essa (ein framúrskarandi skurðlækni) vildi væl taka við sum formaður, men ikki bar til at samskipa hesi bæði størvini. Og eg segði frá, at starvið ikki hevði mín áhuga. Tí til hetta krevst eitt serstakt huglag, soleiðis støðugt – og helst forlorið – at skula tekkjast øllum og vera við í hvørjari vøsu, átaki, jarðarferð o.s.fr. (ikki hvør - men mong).

Men  Poul vildi fegin gerast formaður, og á fundi okkara millum fekk Poul mína atkvøðu. Soleiðis var tað.

Samstarvið
Fyrsta skeiðið byrjaði væl; men helst varð díkt ov nógv á hestin, tí brádliga taldi  samgongan bara fimm limir (vit tríggir, saman við Petur F. Christiansen (dámligur og erfarin) (samb.), og Ronald Poulsen, góði samstarvsfelagi mín hjá Landverkfrøðinginum (Sjálvst.). Meðan andstøðan hereftir taldi átta.

Sambært skipanini behildu vit býráðsformannin í starvi og valdi, meðan vit mistu formansskapin í ymsum nevndum skeiðið út. Henda støða kendist bæði ógreið, trupul og beklað.

Við næsta býráðsval fingu vit ein lim afturat á okkara lista, og politiska samstarvið gekk tá sum heild væl og nógv fekst frá hondini av málum til felags gagn fyri býin.

Seinasta skeiðið
Poul er havnarmaður (við H og –ir (!)). Hvat ið tað so er. Hjørdis Djurhuus, (vituga kona Hákun løgmans) segði einaferð: “Eg kenni ongan úr Havn, ið ikki hevur røtur á bygd. Og ongan á bygd, sum ikki hevur røtur í Havn”. So einfalt.

Eftir 10 ár sum formaður møddist Poul við uppdragið og vildi frá, men – honum so líkt – hetta tó treytað av, at: “Vit, havnarmenn, vilja bara hava ein havnarmann sum býráðsformann (!)”.

Um útsøgnin var manslig ella barnslig – kunnu onnur meta um. (Mær tað sama). Fortreytin kann vera føðistaður og/ella ættarbond.

Nú vita tey flestu, at tann fyrsta býráðsformaðurin í Havn (1909-1913), var sandoyingurin, Mads Andrias Winther, og at havnarmaðurin, Páll á Dul, var býráðsformaður í Klaksvík.

Mín støða til málið var óbroytt. So eg segði bara: “ Ja, Okey?”. (So hendi ikki meir.)

Tað triðja skeiðið royndist heldur møðsamt. Metall-møðin merktist, og serstaka maktin mentist. Og samspæl okkara millum var ikki tað, ið tað áður hevði verið, eins og fíggjarstøða býráðsins var rættiliga skeiklað eftir mínum tykki.

Tað rúmliga búskaparliga tíðarskeiðið í 1980’unum var av, og fyri framman lógu 1990’ini við tí søguliga fall-it-upptakinum - við ítøkiligari neyð og fráflyting av landinum fyri mong – har handan hornið.

Býráðstalur
Tann omanfyri nevnda umrøða av gongdini er ikki illa meint, bara eitt lítið inneftir skrúvað horna, sum eitt dømi um, hvussu tregið og tannleyst huglagið í roynd og veru kann vera í býráðshøpi. 

Hetta í mun til eitt nú – alt annað líka - Václav Havel (1936-2011) tjekkiska forsetan í 10 ár, sum djarvur tordi at vera í andgletti til ta óndu maktina og váðaði fongsul og persónliga atsókn (Charta 77), men sum - sjálvur komin til valdið - hvønn dag minti seg á sítt avmarkaða vald, tíð og fráferð (!). 

Tó glottar vóru eisini fleiri í býráðnum og tað góðir. Fleiri limir dugdu rættiliga væl at taka orðið, so sum Tórfinn Smith (1946-2017) og Ingi Mohr (1942-2009), ið báðir væl dugdu - bæði at nýta floyals handskan við ávís høvi - og eisini við aðrar tíðir hegnisliga kundu hava stálbustina frammi.                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                   

Leivur Johannesen
Og so eitt nú Leivur Johannesen (1933-2019), verkfrøðingur. Hann blandaði seg ikki ofta í vanliga kjakið; men av og á, táið hann helt, at nóg mikið av tíð var brúkt til okkurt upplagt, avmarkað mál.

Tá kundi hann “hálv-argur” taka orðið og - við sínum ómetaligu, speisomu sjónleikara-evnum - halda tað “fortugda” málið upp móti ljósinum, og tað so skemtiliga, at býráðslimirnir hingu sum tvøst-lykkjur tvørtur um borðið – um at skrædna í látri. Og málið varð loyst og liðugt!

Einar gávur, ið Leivur eyðsæð ikki hevði frá fremmandum.

Og táið, Leivur av Skála nevndur, bleiv skákaður sum ikki-havnarmaður, gjørdi hann stutt av: “Um tað er lukkan, at koma inn í heimin í høvuðsstaðnum, so kann eg dokumentera fyri áhugaðum, at eg eri føddur á hospitalinum í Havn(!)”.

Eingin tók Leiv illa upp sum hermara og skemtara, tí talentið var so eminent. Leivur endurgav eitt nú bæði í skapilsi, rødd og rørslum Petur í Gong (1923-2003), ið sjálvur var ein stór-skemtari. Soleiðis at Petur bleiv heilt blá/violettur í andlitinum í látri og segði, táið hann fekk ondina aftur: “Tú, tú, Leivur, tú líkist mær meira - enn eg geri sjálvur (!)”.

Samanumtikið
Seinasta setan var stríggin. Fleiri óheppin byggimál vóru, og fólk blivu rend heim yvir ein kamb. Men lat tað fara. Ætlanin við hesi heilsu var ikki at loysa skruvuna av nøkrum sári. Og farið er farið.

Sum heild kom bara væl av skafti hesar tríggjar seturnar. Her bara nevnt í breiðum strokum: Viðgjørt, reint vatn úr nýggjum brunni í Villingdardali, útbygging av havnini, ringvegur, brennistøð á Sandvíkahjalla, svimjihøll, sambygging inni á Gøtu, útstykkingar o. m. a.

Umframt mong onnur smámál, sum fólk enn fegnast um: Nøvn á hús á Tinganesi, gøtur í Hoydølum, parkeringsplássið á Glaðsheyggi, sálmaløg í kirkjutornið, felagssang á ólavsøku og vit fingu sandstrondina aftur í Sandágerði, sum hevði verið horvin síðani hospitalið varð bygt í 1923, og restina av sandinum tóku soldátarnir undir krígnum til betongarbeiði ella fyltu í sekkir til verjukend átøk.

Loksins
Hetta meðan edilingurin Ingálvur av Reyni (1920-2005) framvegis í lurtinum syngur: “Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar, fylgir vinur mær, eg hoyri hann...” - og eftir hetta við sorgblídni: “Blott en afton, blott en afton bor jag här...”.

Her er so nakað av míni heystligu uppfatan av gongdini frá hesum tíðarskeiði, og um onkur annar hevur hug til at bera annað og betri fram, so er nógv eftir.

Gunnar Hoydal hevur við sínum góða penni lýst eina meiri rokaliga løtu - handan bróstið í býráðshúsinum - við eitt serstakt høvi(!).

Hesin, mín heldur turrisligi skeyti, er skrivaður nakað herfyri, men fyri ikki at koma í kløtur við løgtingsvalið, er henda heilsa við vilja seinkað nakað.

Við hesum vil eg takka tær, Poul, fyri tey 12 árini i býráðnum og við blíðari heilsu ynskja tær og tínum alt gott í komandi tíð.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo