Sambært bretskum miðlum er Brighton-venjarin Graham Potter samdur við Chelsea um at gerast venjari.
Bert formalitetir eru eftir, skrivar Matt Law í The Telegraph.
Eisini Sky Sports, Daily Mail og flytingarserfrøðingurin Fabrizio Romano hava keldur sum siga at partarnir eru samdir.
Potter hevur verið venjari hjá Brighton í nakað yvir trý ár, og 47 ára gamli Potter hevur gjørt undurverk í felagnum, sum liggur á einum 4. plássi eftir seks dystir.
BREAKING NEWS ????: Chelsea reach verbal agreement with Graham Potter to takeover as head coach ???????? pic.twitter.com/6ymqWqDW1r
— Sky Sports News (@SkySportsNews) September 8, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo