Í 1871 varð fyri fyrstu ferð ein lóg um postviðurskifti, ið umfataði Føroyar sett í verk. Lógin merkti, at postútberingin til føroyingar fyri fyrstu ferð varð skipað og reglulig.
Í ár eru tað samstundis 45 ár síðan, at postverkið kom á føroyskar hendur.
Posta sigur, at virksemið er nógv broytt gjøgnum árini, og leikluturin í samfelagnum er framvegis stórur.
- Gjøgnum tíðina hevur posturin havt ein týðandi leiklut í samfelagnum. Í dag flytur Posta alskyns sendingar, stórar sum lítlar, til føroyingar kring landið, til fyritøkur og til stovnar. Posta væntar eina hugnaliga móttøku saman við teimum, sum koma at hátíðarhalda við okkum, sigur Joel undir Leitinum, stjóri.
Í sambandi við dagin, hevur Posta framleitt serprent av føroyskum frímerkjum í plakatstødd.
Eisini verður almenna móttøka fríggjadagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo