Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

POSTA: Posta hevur í dag kunngjørt ársroknskapin fyri 2023. Posta megnaði góð avrik í árinum, og vit hildu fram at veita góðar flutningstænastur til viðskiftafólk okkara. Tó var gongdin í 2023 avbjóðandi, og broytingar í samfelagnum høvdu við sær minni eftirspurning og øktar útreiðslur, sum ávirkaðu úrslitið hjá Posta.

Týdningarmesti leikluturin hjá Posta er at veita flutningstænastur til bæði húski, virkir og stovnar. Seinastu mongu árini hevur Posta arbeitt við at tillaga skipanir, arbeiðshættir og tænastur til talgildingina, sum fer fram kring heimin. Góð úrslit eru rokkin, serliga innan KT-økið. Í árinum tóku vit eitt stórt stig móti betri tænastu til viðskiftafólk, tá ið tær fyrstu pakkaboksirnar vórðu settar upp.

Úrslitið
Sølan í 2023 var 124,5 mió. kr., sum var minni enn undanfarna ár, tá ið hon var 134 mió. kr. Raksturin áðrenn avskrivingar gav eitt avlop á 7,6 mió. kr., og úrslitið eftir skatt var eitt hall á 6,9 mió. kr. Úrslitið er íroknað niðurskrivingar og sølu av einum dótturfelagi.

Flutningsmynstrið hjá húskjum og vinnu var ávirkað av uttanhýsis umstøðum í heiminum, eitt nú prísvøkstri og rentum. Samstundis minkaði talið av brøvum 19%, og tað er meira enn undanfarin ár. Serliga tað seinna ávirkaði úrslitið neiligt. Tørvurin at senda og móttaka brøv er broyttur, og nógvar fyritøkur og stovnar hava umlagt samskiftið við viðskiftafólk og borgarar til talgilt samskifti.

”Vit hava eina uppgávu fyri framman, sum snýr seg um at gera virksemið enn meira kappingarført, tillaga virksemið til broytingarnar í marknaðinum, seta kundan í fokus umframt at fokusera upp á tey økini, sum loysa seg frameftir. Eg havi góðar vónir um framtíðina ,” sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á Posta.

Posta væntar væl betur úrslit i bæði 2024 og 2025.

Málið hjá Posta er, at tað fyri kundan skal vera so smidligt og ómakaleyst sum gjørligt at móttaka og senda vøru og pakkar.

Meira kunning

Les meira og heinta ársfrágreiðing > Posta.fo > ársroknskapurin fyri 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo