Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Skuldi tann av Posta fráboðaði sera nógv minkandi bræva flutningurin ikki bara verið almennur.

Og við tí undirskoti hendan tænastan hevur við sær? Eg hugsi er tað veruliga ein nóg góð grundgeving fyri at ein almennur stovnur soleiðis fullbroddað leggur seg enn meira út í tann privata flutnings marknaðin, tað at bræva parturin er í minking?

Mín meining er, at tann parturin av Posta, sum sær út til at klára seg á tí privata marknaðinum, skal gerast privatur burturav. Hin siðvandi og alment gagnligi brævaparturin skal síðani liva sítt stilla lív við tí góðkenda undirskoti sum ein tílík tænasta kostar okkum borgarum.

Síðani eigur avmarkaði brævaparturin av núverandi Posta at bjóðast út millum tey privatu flutningsfeløgini at røkja.

Bogi í Gil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo